BILAR
Magnus Gunnarsson
Framleiðast í Mexico
Fleiri nýggj bilmodell eru á veg. Í 2001 kemur ein nýggjur bilur, sum skal kappast við Volvo 70 XC Cross Country. Hetta verður ein Saab 9-7 Country Master. Næsta ár kemur ein 9-5 Country King, sum skal kappast við BMW X5 og Mercedes M-klassan. Hetta verður ein SUV (Sport Utility Vehicle), ið eftir ætlan skal framleiðast í Mexico. Ein prototypa av bilinum verður at síggja í Detroit í næstum.
Epsilon plattformar
Núverandi Saab 9-3, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1993, fær ein avloysara síðst í 2002, sum 2003 modell. Hesin bilur verður bygdur yvir Epsilon-plattformin, sum verður ein felags plattformur hjá fleiri GM-bilum, sum til dømis Opel Vectra, Opel Omega og øðrum Chevrolet, Pontiac og Buick bilum. Hetta verður gjørt fyri at spara pengar. General Motors hevur í dag 28,7 prosent av marknaðinum í USA, ímóti 44,5 prosentum í 1980, so kappingin er hørð.
Kelda: FDM / Motor