Ungi telvarin Heðin Gregersen úr Klaksvík telvaði javnt móti stórmeistaranum Gawain Jones. Bretski stórmeistarin GM Gawain Jones, kom til Klaksvíkar í gjár, í sambandi við luttøkuna í Klaksvík International 2008. Komin fram, nýtti hann høvi at vitja ungu telvararnar í Klaksvíkar Talvfelag.
Telvaði snar-telving ímóti øllum unglingunum, har hann sjálvur hevði 3 minuttir og unglingarnir 5 minuttir í part.
Gawain vann øll talvini - uttan eitt. Hann tapti nevniliga uppá tíð ímóti Heðini Gregersen, skrivar Talvsambandið.










