Smyril Line hevur keypt farmaskipið frá finska reiðarínum Bore Ltd. Glyvursnes er skrásett í. Skipið varð bygt á skipasmiðjuni, Sietas, í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metur langt og 20,6 metur breitt.
Í morgun varð móttøka umborð á Glyvursnesi í sambandi við, at skipið fyrstu ferð var á Havnini.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kári Johansen, formaður í Havnanevndini og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, hildu røður og høvi varð hjá fólki at síggja skipið, áðrenn leiðin gekk til Íslands klokkan 13.00.
Glyvursnes røkir nú rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.
– Vit á Smyril Line gleðast um, at vit nú eiga øll 6 skipini í flotanum og vilja nýta høvið at ynskja øllum eitt gott nýggjár, siga tey á Smyril Line.
Glyvursnes verður sett í regluliga sigling á rutuni sum “Mistral” hevur røkt. Tað vil siga millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.
Nú Glyvursnes eru komið afturat í flotan eigur Smyril Line øll seks skipini í flotanum.
Skiparar á Glyvurnesi eru Óli Hammer úr Havn og Eljón Poulsen ættaður frá Ljósá, búsitandi í Kaldbak.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##