Glyvraberg fer at fiska háv

Fimm ungir mans ætla sær at fiska háv við 50 tonsaranum Glyvrabergi úr Hvalba. Teir hava roynt tað við øðrum skipum fyrr

Meðalaldurin er eini 25 ár hjá teimum fimm monnunum, sum fara við Glyvrabergi at fiska háv vestan fyri Føroyar. Hetta eru menn, sum summir hava verið við Fuglfirðingi, og onkur áðrenn ta tíð eisini við Skútunesi, og tí kenna eitt sindur til hesa veiðuna. Og veiðan er av slíkum slag, at tú skalt vera eitt sindur av einum »cowboy« fyri at fara undir hetta, sigur skiparin á Glyvrabergi.

Vit sita í lítla lugarinum á 50 tonsaranum úr Hvalba, sum júst er komin av beding í Vági, har hann er málaður og hevur fingið onkrar smávegis ábøtur omandeks.

Reiðarin tekur eitt krúss, sum hann stoytir eitt sindur av heitum vatni í, turkar innan úr við eini uppvaskibust og býður blaðmanninum kaffi. Vit sessast ? hesir fimm ungu menninir ? meðan reiðarin sleppur sær aftur á dekkið. Lugarið er lítið. Einar seks koyggjur, har onkur er full av óruddi, sum vanligt er.

»Tóm koyggja er altíð full«, sigur orðatakið.

Beint sum komið verður niður í gongina framman fyri lugarið, er kokkahúsið. Har standa nakrar grýtur og onkur panna. Í lugarinum er borð at skaffa á, og ein oljukabúss at halda hitanum í rúminum.

Andrias Johannesen, sum er skipari á Glyvrabergi, sigur, at teir fara undir hesa veiðuna, tí teir halda, at tað skal bera til, hóast okkurt bendir á, at stovnurin er í minking.

Sum er, er tað bara Fuglfirðingur, sum roynir eftir hávi undir Føroyum. Men okkurt er, sum bendir á, at hann fer at gevast við hesi veiðuni og helst leggja um til meira tradiotionellan fiskiskap.

Andrias Johannesen sigur, at hann heldur, at teir vóru ov nógvir mans við Fuglfirðingi til, at tað gav nakað í manspart. Við Glyvrabergi ætla teir tí ikki at vera fleiri enn fimm mans. Í Grundini er tað ein meira, enn upprunaliga ætlað.

Tað er ein serlig veiða, teir fara undir. Hávurin verður veiddur á rættiliga djúpum vatni, og krevur tí serligan reiðskap. Ikki tí. Hann verður veiddur á vanligari botnlínu, sum tó er væl tjykri, enn línan er á landgrunninum. Hendan línan er níggju mm. Eisini er neyðugt við peiliboyum fyri at finna aftur. Tað kemst av, sigur Andrias Johannesen, at tá roynt verður á so djúpum vatni, sum teir fara at gera, verða standararnir so langir, at boyan kann reka upp til einar tveir fjórðingar. Og tað kann vera í allar ættir, at hon liggur og melur. Tá kann tað skjótt gerast rættiliga umstendiligt at finna hana aftur.

Hesin reiðskapurin er ikki nakað, ein bara liggur inni við. So Andrias sigur, at teir hava gjørt íløgu í nýggjan reiðskap. Tann íløgan fer at liggja upp móti teimum 300.000 krónunum, sigur Andrias Johannesen, skipari á Glyvrabergi.

Sløgini, fyrr hevur verið fiskað eftir, eru glíggjhávur og skrubbhávur, og Glyvraberg fer at leggja seg eftir hesum somu sløgunum,siga teir í lugarinum. Teir ætla at leggja alt upp í Føroyum, skrædla og senda av landinum á franska marknaðin. Soleiðis fæst helst besti prísurin, siga teir. Livurin er stórur partur av hávinum, og hana ætla teir at selja til livravirkið í Leirvík, sigur Andrias Johannesen. Einki frystari er umborð, og tí krevja túrarnir at vera stuttir.

Glyvraberg fer nú at rigga til, og teir vænta at fara fyrsta túrin einaferð seinast í vikuni.