Glymur várkonsert í Listaskálanum

Kórið Glymur fer at hava sína árligu várkonsert í Listaskálanum í Havn nú hóskvøldið 26. mai klokkan 19.30. Á skránni er føroyskur og útlendskur kórtónleikur. Eitt útlendskur sangur, sum er á skránni, er ?How Deep Is Your Love? hjá Gibb-brøðrunum. Tað er kendi danski kórleiðarin, Thue Thesbjerg, sum lætt og hegnisliga hevur sett út fyri kór.

Millum føroyska tilfarið á skránni er verkið ?Renn? hjá Julian Rasmussen, ið fyrr hevur verið kórleiðari hjá Glymi.

?Sjeikurin? hjá Elini Heinesen og Kára Jacobsen er eisini við. Palli Hansen hevur gjørt kórsatsin. Og av øðrum kunnu nevnast vársangirnir ?Lýtt og gott? og ?Várið kom eitt vetrarkvøld?. Sólrun Michelsen hevur yrkt og veteranurin Simme Jacobsen hevur gjørt lag til. Sólrun og Simme syngja bæði við í Glymi.

Við í kórinum eru umleið 30 sangglað fólk. Kórleiðari er Ingun Hentze. Glymur byrjaði sum rútmist kór undir Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í 1984, men syngur nú bæði eldri og nýggjari føroysk verk, umframt eina stórt úrval av útlendskum sangum.