Gluntan fríggjar til føroyingar

Norski dansibólkurin Gluntan hevur givið nýggja fløgu út og sigur samstundis í tíðindaskrivi, at teir kundu hugsað sær at sloppið aftur til Føroya

Tónleikur

So eru teir aftur. Gluntan. Tó ikki við olju uttan við fløguni Flaks.
Í tíðindaskrivi, sum sent er í samband við fløguútgávuna, siga teir, at teir hava arbeitt við hesi fløguni í trý ár, og at sjálv innspælingin hevur tikið eitt heilt ár. Hetta er fyrsta fløgan, Gluntan gevur út í átta ár.
Fríggjað verður til føroyingar í tíðindaskrivinum, sum fortelur, at bólkurin hevur verið einar sjey - átta feðrir í Føroyum. Teir tykjast hava mist talið.
Samstundis veðrur sagt, at nú eru eini fimm - seks ár síðan, teir vóru her og spældu seinast, og at teir væl kundu hugsað sær at komið aftur.
Tónleikurin er lættur at kenna aftur. Hann líkist sær sjálvum, siga teir í tíðindaskrivinum.