Í morgin, fríggjadagin 17. januar byrjar The Global Leadership Summit - stytt GLS - í Norðurlandahúsinum í Havn. Byrjað verður klokkan, tá Rúni Rasmussen, nevndarformaður í GLS Føroyum fer at seta ráðstevnuna.
Rúni Rasmussen, nevndarformaður boðar frá góðari undirtøku fyri GLS-stevnuni hesaferð, sum verður á skránni í morgin millum klokkan 8 og 16, og leygardagin millum klokkan 8 og 16.30. Bæði fríggjamorgun og leygarmorgun verður byrjað við morgunmati, og báðar dagarnar verður døgurðasteðgur klokkan 12.15.
Mest prominenta útlendska navnið, sum fer at halda fyrilestur verður Colin Powell, sum er fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri og hernaðarovasti.
.
Í flestu førum verður talan um útlendingar, sum hava fyrilestrar, sum verða vístir á stórskíggja, tá við føroyskum teksti. Ein føroyskur fyrilestur verður tó. Leygarmorgun klokkan 9 fer Livar Nysted at halda fyrilestur um at røkka sínum máli.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Rúna Rasmussen um GLS-stevnuna 2014.