Gloymsk og gloymd

Veit væl, at eg komi nakað seint á banan, men eftir at hava hugt í fíggjarætlanina fyri 2016, kunnu vit við ársenda staðfesta, at ikki ein króna er sett av til Demensætlanina, ið fekk navnið ”gloymsk, men ikki gloymd”. 

 

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevði í samráð við fyrrverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, Anniku Olsen, gjørt av, at ein demensætlan fyri Føroyar skuldi gerast. Ein arbeiðsbólkur varð settur á heysti 2013. Tey, sum mannaðu arbeiðsbólkin, vóru: Tórmóður Stórá, Marjun Restoff,  Marjus Dam, Sunnuva Fossdal á Lakjuni, Unn Justinussen, Lis Joensen, Jónvør Christiansen, Hanus Olsen og Halldis Joensen. 

 

 

Hetta var gjørt í samsvar við samgonguskjalið, har tað m.a. var ásett, at ein “miðvís ætlan fyri demensøkið skuldi leggjast”. Tað hevði skund at gera eina demensætlan, sum skuldi lýsa, hvussu demensøkið í Føroyum eigur at verða skipað, tí ætlanin hjá landsstýrinum var at leggja eldraøkið út til kommunurnar í januar 2015.

 

 

Arbeiðsbólkurin lýsti verandi støðu viðvíkjandi demens í Føroyum og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Tilmæli varð gjørt um eina samlaða og nágreiniliga skipan av demensøkinum í Føroyum, og varð hetta tilmælið handað landsstýrisfólkunum í februar 2015.

 

 

Fyribyrging, útgreining, uppfylging, undirvísing v.m., í samband við demenssjúkur, er ein fjøltáttað uppgáva, sum krevur átøk fra fleiri fakbólkum. Tað er týdningarmikið, at samstarvið millum fakbólkarnar er væl skipað við greiðum ábyrgdarbýti.  

 

 

Harafturat er tað týdningarmikið, at samstarvið verður skipað og byggir á greiðar leiðreglur, so persónurin við demens og avvarðandi eru greið yvir, hvønn tey kunnu venda sær til viðvíkjandi hjálp og viðgerð, og hvør hevur ábyrgd av at veita ta neyðugu hjálpina. 

 

 

Demensætlanin vísur á t.d. landsuppgávur, demenssamskipan, vitanardepil og eina røð av tilmælum. Tað er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan, líka mikið, hvar í landinum tað er.

 

 

Ætlanin leggur upp til, at landssamskiparar verða settir, sum skulu samstarva við onnur toymir av fakfólki, sum starvast hjá kommunulæknum, sjúkrahúsi, á ellis- og røktarheimum, sambýlum, umlættingarheimum og heimatænastu. 

 

 

Ætlanin leggur eisini upp til, at vitanardepilin verður raðfestur við játtan, so møguligt er at seta fólk í starv, sum hevur kunnleika til vitanarmiðlan og menning.  Vitanardepilin eigur at hava týðandi leiklut í undirvísing og útbúgving av starvsfólkum innan demensøkið.

 

 

Grundað á, at størsti parturin av demensumsorganini og tilboðum nú liggja í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum, er alneyðugt við tøttum samstarvi, sum er væl grundgivið í Demensætlanini.

 

 

Aloftast tá stórar broytingar eru og tá ein tíð er fráliðin, koma fleiri lík undan kavi. Alzheimerfelagið er kunnað um, at yngri fólk við demens detta niður ímillum markamótið, sum er 67 pluss. Alzheimerfelagið heitir tí staðiliga á landsmyndugleikarnar um at taka tey yngru við demens upp. At fáa demens á miðal árum er nóg syrgilig lagna í sær sjálvum og so at verða slept upp fjall, tað er harmiligt.

 

 

Í Føroyum er ló́garverkið veikt, tá tað kemur til at tryggja borgarum rætt til heilsutænastur og sosialar tænastur, og tí vil tað eisini forða fyri endurmenningartankanum. 

 

 

Tað eru tó hend framstig, tá talan er um verju. Eftir gomlu verjumálslógini frá 1922, merkti ómynduggerð, at ein varð ómynduggjørdur í øllum viðurskiftum, bæði persónliga og peningaliga. Nýggja verjulógin frá 1. mai 2010 gevur møguleika fyri, at ein vegna demens kann fáa ein verja, um so er, at ein ikki sjálvur megnar síni persónligu og/ella peningaligu viðurskiftir. Tí má arbeiðið, at styrkja lógarverkið halda fram og gerast nógv betur.

 

 

Alzheimerfelagið heitur tí á Heilsumálaráðið og Almannaráðið at taka ”Demensætlanina 2015” upp úr skuffuni beinavegin og seta arbeiðið ígongd.

 

 

Vit ynskja einar Føroyar, ið eru demensvinarligar.

 

 

Okkum tørvar vón júst nú, so vónandi hoyra vit skjótt okkurt jaligt um Demensætlanina 2015 ”Gloymsk, men ikki gloymd.  

 

 

Vegna Alzheimerfelagið:

Halldis Joensen, forkvinna