Kr 250.000,00 játtaði Føroya løgting á fíggjarlógini 2016 til demensætlanina. Hetta er at fegnast um, hóast tað ikki røkkur langt. Spurningurin er so, hvat ætlanin er at brúka upphæddina til? Hvat fæst fyri hesar krónurnar? Sambært demensætlanini skulu kr. 2,75 milliónir til at fáa demensdepilin at virka: hálv millión til høli og útgerð og 2,25 milliónir til árligan rakstur.
Nógva kjakið seinastu dagarnar um hesa ætlan hevur vónandi gjørt, at hetta álitið ikki verður gloymt, men tikið fram skjótast gjørligt og arbeitt við. Tað, eg hoyrdi av kjakinum frá løgtingsins røðarapalli, gav mær ta fatan, at fleiri kendu millum lítið og einki til hesa ætlan. Tað verður vónandi øðrvísi frameftir.
Demensdepilin, ið er hornasteinurin í demensætlanini, er landsins ábyrgd og má skipast fyrst, um kommunurnar skulu kunna liva upp til sína uppgávu og ábyrgd.
Londini kring okkum gera nógv burtur úr hesari stóru avbjóðingini við støði í forsagnum um framtíðar fólkasamanseting og heilsu. Tíverri eru vit eftirbátur á hesum økinum – í løtuni.
Allur bati bøtir – livst, so spyrst.
Við ynskinum um eitt gott nýggjár
Sigrún Mohr