Gloymir tú ? at minnast

Bókmentatiltøk við Johannes Møllehave og Einar Már Guðmundssyni á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Kanska er ringt at minnast ?
Kanska hevur søgan fingið ein listarligan dám
Johannes Møllehave er kendur fyri tær mongu bøkurnar, hann hevur skrivað. Millum best umtóktu endurminningar hansara er tann fyrsta: »På myrernes fodsti« og tann higartil seinasta »Som en springande hval«. Á føroyskum kenna vit hann frá bókini »Bíbliusøgur« sum kom út í 2000. Johannes Møllehave greiðir á bókmentakvøldinum frá um at skriva endurminningar og vísir, hvussu hann hugfer minnið.
Einar Már Guðmundsson er tann mest umsetti av íslendsku høvundunum, sum eru føddir eftir annan heimsbardaga. Hann fekk í 1995 bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hann býr í Reykjavík og hevur skrivað yrkingasøvn og skaldsøgur ? av teimum er tann kendasta »Einglar Alheimsins« sum er umsett til føroyskt. Seinasta skaldsøga hansara, kom út á donskum í heyst undir heitinum »Navnløse veje«, og varð sera væl móttikin.
Einar Már Guðmundsson skrivar í sínum bókum ofta um egnar upplivingar og um upplivingar hjá familjuni, og hann kemur bæði at umrøða sínar bøkur og tann leiklut minnini hava í ritverkinum.
At enda fara Johannes Møllehave og Einar Már Guðmundsson m.a. at samrøða um endurminningar og um munin á at minnast og at koma til hugs.
Bókmentatiltøkini verða 29. februar kl. 16 og 19,
Atgongumerki á 150 kr. kunnu keypast ella bíleggjast á Norðurbryggjuni, tlf. 3283 3700
bryggen@bryggen.dk
Bíløgd atgongumerki eiga at verða heintað ein tíma undan tiltakinum, sigur Norðurbryggjan í tíðindaskrivi.