Gloymið ikki tey apopleksiraktu eftir 20. januar!

Tíðindaskriv frá Heilafelagnum

Heilafelagið vil við hesum minna tykkum politikarar á úrslitið av kanningini, sum Heilafelagið lat gera í 2003, Ár teirra brekaðu. Kanningin er um viðurskiftini hjá apopleksiraktum í Føroyum.

Kanningin vísir:
-Apopleksirakt í Føroyum koma ikki eins væl fyri seg, sum apopleksirakt í Danmark.
-Ov fá verða innløgd nóg skjótt á apopleksideildina á Landssjúkrahúsinum.
- Apopleksirakt fáa als ikki nóg góð tilboð um uppvenjing og eftirviðgerð.
-Samskiftið millum heilsuverkið og almannaverkið er ikki nóg gott.
-Tænastur frá Almannastovuni eru ikki nóg góð-ar.
-Ov fá apopleksirakt koma ígongd aftur við arbeiði og frítíðarítriv.
-Apopleksirakt eru sosialt avbyrgd.


Heilafelagið vil heita á tykkum, sum fara at stýra okkara landið aftaná 20. januar, at minnast til kanningina og arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá apopleksiraktum, so eisini tey fáa eitt virðuligt lív. Minnist til, at í Føroyum verða uml. 100 fólk um árið rakt av apopleksi.
Gott val!

P.s. Kanningin kann útvegast frá Heilafelagnum, Íslandsvegur 10 C, tlf. 321520, e-mail:
heilaf@post.olivant.fo