Birgir Kruse, sum hevur bloggin Birkblog, hevur verið til nýggja filmin hjá Nils Malmros. Filmurin Sorg og Glæde snýr seg um hendingina, tá ið kona Malmros í einari psykosu drap lítlu dóttir teirra.
Birgir Kruse skrivar í bloggi sínum, at filmurin hjá Malmros eigur at vera lívgandi og vegleiðandi filmur fyri áskoðarar, sum hava verið frá sær sjálvum, heilt har úti, ið krákurnar venda, men enn klára at síggja dagin í eyguni.
- Farið og hyggið, hetta er besti av øllum Malmrosfilmum. Men hann er so lágmæltur, at poppkorn og bommposar larma alt ov illa. Gevið frið í biografinum og njótið løtuna, tað hevur hesin undurfulli filmur uppiborðið. Og minnist til lummaturriklæði, skrivar Birgir Kruse