Gloymið alt um oljukekkin

Inntøkurnar frá oljuvinnuni í Føroyum skulu fara í ein grunn, men hesin skal vera leysur frá hinum pørtunum av føroyska búskapinum. Oljuvinnan kann gerast avgerandi stuðulin hjá fiskivinnuni, sigur Menas, sum hevur gjørt eina kanning um árini av einari umfatandi oljuvinnu í Føroyum. Avgerðin liggur hjá føroyingum, men kjakið eigur at byrja beinanvegin, um líkinda úrslit skal spyrjast burturúr

 

Kanning

Síðani í mai mánað 2000 hevur bretsk ráðgevingarfyritøka verið í holt við eina kanning um árini av einari størri oljuvinnu í Føroyum. Kanningin hevur enska heitið: A Study of The Impact of The Development of Hydrocarbon Resources on The Faroe Islands.

Ráðgevingarfyritøkan, talan er um, er Menas. Tað eru mestir ikki nógv, ið kenna tað nógva til hesa fyritøka, men vit kunnu stutt lýsa fyritøkuna sum eina bretska ráðgevingarfyritøka, sum síðani 1982 hevur ráðgivið almennum og privatum innanfyri politikk, búskap og vinnulív. Fyritøkan skal ikki blandast við felagsskapin Mensa, hóast onkur kanska er við í báðum tveimum. Menas hevur royndir við at smásamfeløgum. John Christensen, ið hevur staðið á odda fyri kanningini er eisini sjálvur av oynni Jersey.

Til at hjálpa sær við hesari kanningini, fingu menninir hjá Menas køna hjálp frá Fróðskaparsetri Føroya. Føroyskir serfrøðingar hava síðani í fjør vár arbeitt saman við fleiri altjóða serfrøðing við at gera hesa kanningina. Orðið kanning er mestir tann best hóskandi lýsingin av arbeiðinum hjá Mensa og Fróðskaparsetri Føroya.

Sjálvt leggur Menas ógvuliga stóran dent á, at kanningin eigur at vera mett sum eitt slag av kortleggjan føroyska samfelagin í dag og í sambandi við oljuna. Kanningin skal ikki metast sum ein verkætlan, har sagt verður soleiðis og soleiðis, hóast teir í fleiri førum koma við uppskotum um, hvussu kundi verið gjørt, aloftast grundað á samanberingar. Teirra boðskapur við hesum og fremsta endamál er at eggja til alment kjak um teir spurningar, sum verða settir fram og viðgjørdir í teirra kanning. Teir siga seg ikki hava endaliga svarið til spurningarnar, men hetta skal eitt alment orðaskifti til at avgera, hvørja leið Føroyar ætla at ganga. Reyði tráðurin í kanningini er, at føroysku myndugleikararnir eiga at leggja eina ítøkiliga ætlan, hvat vit vilja hava burturúr, og hvussu hetta skal gerast. Menas menninir siga, at tað enn er tíð til at fáa neyðugar ásetingar settar í verk, og ein yvirordnaður politikkur kann enn verða staðfestur. Hóast tað enn er óvist nær ein framleiðslu oljuvinnan fer at byrja í Føroyum, ella um ein tílík yvirhøvur verður til nakað, so merkir hetta ikki, at føroyingar eiga at seta seg niður at bíða eftir svørtu dropunum.

-Tað snýr seg um at koma ígongd beinanvegin, ljóðar boðskapurin frá John Christensen, Jay Wagner og Stephen Royle, ið umboðu Menas á ojuráðstevnuni fyrr í vikuni.

Burturúr kanningini eru ein 360 síður frágreiðing. Hetta er kanska ikki nógv í mun til tað so kendu bankakanninga, men allíkavæl fer kannigin hjá Mensa og monnunum á Rossatrøðni rættiliga víða, hóast ikki allar niðurstøðar eru nóg mikið til eina yvirskrift. Henda er stytt niður í teir ymisku partarnar, tá ið kanningin hyggur eftir fleiri økjum, eitt sosialu fylgjunum og fíggjarligu fylgjunum. Eisini er ein 15 síður samandráttur gjørdur. Hesin er júst almennakunngjørdur, og tað er fyri tað nógvan hesin, sum henda greinin er grundað á. Á oljuráðstevnuni, Offshore Faroes 2001, var tað fyrst og fremst tann politiski og sosiali parturin av kanningini, ið varð lagdur fram. Kanningin umfatar eisini eina búskaparliga meting, har samanborið verður nógv við Hetland.

Tann parturin av kanningini, sum snýr seg um umhvørvi er grundaður á ásetingar í Agenda 21, sum eru altjóða umhvørvisásetingar fyri hesa 21. øldina.


Støðumynd

Eftir at manningin var sett, fóru teir undir at gera hesa góðu kanning. Tá teir fóru undir nakað sum líkist einari kortlegging, so var tað kanska natúrligt at byrja við einari støðumynd. Fyri uttan at fáa greiða á teimum búskaparliga og politisku viðurskiftunum, so vildi manningin eisini gera sær eina mynd av, hvat føroyingar seta í samband við teirra samleika sum føroyingar. Fyri uttan lyklapersónar (leysliga umsett), slap almenningurin eisini til orðanna. Hetta var gjørt í bólkum, sum vóru settir saman av ?vanligum? fólkum, og so leitaðu Menas menninir eisini innum skúlagátt, fyri at gera sær eina mynd av yngra ættarliðnum. Her er talan um tað kvalitativa háttalagið, har upplýsingar verða savnaðir sum meiningar hjá júst hesum persónunum, ið vórðu spurdir, ikki umboðandi fyri alt fólkið so sum í einari veljarakanning.

Úrslitið av samrøðunum og kjakinum, sum kanningarfólkið fylgdi við í, var, at teir fingu staðfest nøkur viðurskifti viðvíkjandi føroyska samleikanum.

Sambært kanningini er føroyska samfelagið ein blandingur av modernaðum og siðvenjubundnum virðum. Fremsta eyðkenni fyri føroyskan samleika er føroyska málið, sigur kanningin. Føroyingar broytast meira og meira móti teimum modernaðu lívsvirðunum við eitt arbeiðsvali, men vilja framvegis halda fast við tey eldru føroysku virðini, og sum heild eru føroyingar rættiliga afturhaldandi mótvegis fremmandum íleggingum í tað føroyska samfelagið.


Fiskivinnan

Spurningurin um hvussu oljan og fiskivinnan fara at einast er rættiliga kendur, hóast tað ikki hevur so ovurhonds nógv av kjaki um henda spurning. Hægri lønarlag og skaði á umhvørvi og fiskileiðir eru nakrir av spurningunum, sum hava verið settir fram.

Í kanningini hjá Menas verður ikki hugt sum um at hesa verið sum hundur og ketta. Sambært kanningini, so eiga vit heldur at hyggja eftir oljuvinnuni sum ein møguleika at gera fiskivinnuna betur, effektivisera. Vitanarstøði fer væntandi at hækka, og hetta eigur at koma øllum til góðar. Tað kann væl hugsast, at fiskiflotin og fiskivinnan sum heild fara at gerast minni, men hetta vil gera sterkari eindir. Sambært kanningini, so vil hetta gagna fiskivinnuni og samfelagnum yvir eitt longri tíðarskeið, hóast skiftistíðin kann fara at gerast eitt buldraslig.


Búskapurin

Gongur mann útfrá, at oljuvinnan kemur til eina framleiðslufasu í Føroyum, so fer hetta at merkja føroyska búskapin. Tað er stýringin av hesum, sum verður tað mest neyðturvuliga at fáa greiða á skjótast gjørligt.

Fyri at gera ein langa søga stutta, so kunnu vit siga, at kanningin leggur upp til, at oljupeningurin verður koyrdur í ein grunn, men hesin verður leysur frá hinum pørtunum av føroyska búskapinum. Grunnurin líkist kanska mest í modellinum, sum vit kenna úr Hetlandi, har ein oljugrunnur verður brúktur til at stimbra útbúgving og mentan, og eisini fyri ein part infrastrukturin.

Skipanin við einum oljukekki, sum tey hava í Alaska, er ikki nøkur góð loysn sambært serfrøðingunum hjá Menas. Hetta vil í síðsta enda skaða búskapin, tá ið nýtslan vil veksa rættiliga nógv eftir so stuttari tíð, og tá er vandi fyri inflatión.

John Cristensen sigur, at tað í Føroyum ikki er vandi fyri tí sokallaða hálendsku sjúkuni, sum serfrøðingar meta gera seg galdandi í Norra. Hetta skyldast, tí at føroyska krónan jú er tað sama sum hin danska. Hálendska sjúkan viðførir høgt lønarlag, og kappingarføri minkar eisin av tí sama.


Ber saman við Hetland

Til at samenbera við nýtir kanningin fyri tað nógva Hetland. John Christen greiðir frá, at hetta er tí, at Hetland og Føroyar á so nógvum økjum líkjast. At kalla einki arbeiðsloysi er í Føroyum, og tað var tað heldur ikki, tá ið oljan kom til Hetlands. Politikkurin hjá um at afturhalda(contain) bæði sjálva oljuvinnuna og oljuarbeiðararnar. Eisini hava teir í Hetlandi ein felagsskap við Skotland, sum minnir nógv um okkara ríkisfelagsskap, hóast hesir eru hvør sítt.

Hetlendingar valdu loysnina við einum oljugrunni, sum tað eisini verður brúkt. Ikki sum í Norra, har oljugrunnurin bert veksur og veksur mest sum óendaligt. Ikki tí hetlendski oljugrunnurin veksur eisini, men hesin hevur grundarlagið undir stóran parti av hækkaða støðinum innan mentan og infrastruktur.

Menas kanningin metir hetlendsku loysnina vera á góðari leið, og hetta verður eisini fyri ein stóran part tilmælt. Serliga tað, at oljuvinnan verður afturhildið ella isolerað er nakað, sum mestir kann hugsast í Føroyum.

Kanningin metir eisini, at ríkisfelagsskapurin, t.e. mest búskaparliga samstarvið, vil steðga ella minka um eina møguliga stórinflatión, tá ið oljuvinnan kemur. Kanningin gongur útfrá, at ongin olja verður tikin í land í Føroyum.

Sum heild kann tað sigast, at kanningin sær minst líka nógvar møguleikar sum vansar við einari oljuvinnu í Føroyum. Tað er bert upp til føroyingar at avgera, hvussu og hvat á teimum mongu økjunum, eisini teir grundleggjandi spurningarnir. Ráðini eru at byrja beinanvegin.

Tað er BP, sum hevur fíggjað kanningina. Kanningin eggjar staðiliga til, at fleiri kanningar verða gjørdar.