Tað var um reppið, at einki steyp var at spæla um, tá B36 og KÍ fóru á vøllin. Formaðurin í kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, váttar nevnliga fyri Dimmalætting, at tey í FSF høvdu gloymt, at KÍ í fjør vann steypið til ognar. Eitt mistak, sum tey ikki komu eftir, fyrr enn ringt varð norður fríggjadagin at minna á, at steypið skuldi við til Havnar. Tíbetur eydnaðist kortini at fáa eitt nýtt steyp til høldar, og so er klárt at seta nýggjar plátur á hetta.