Talan er um eitt stórt mistak, sigur Evin H. Jacobsen, formaður í 07 Vestur, við Sosialin.
- Í nýggja felagnum hava vit hildið, at øll viðurskifti við Tór-Ingar vóru avgreidd, og í FSV 04 hava tey hildu, at vit hava avgreitt málið. Og tí stendur navnið hjá spælaranum enn skrásett hjá HB í spælarayvirlitinum hjá FSF.
Heilt vónleys er støðan hjá 07 Vestur tó ikki. Reglurnar fyri spælaraskiftum loyva frávikum undir heilt serligum umstøðum, og í felagnum vóna tey, at umstøðurnar hesa ferð eru nóg serligar.
- Vit hava í øllum førum ein spælarasáttmála, sum er góðkendur av FSF, og tí hevur eingin sum helst ivi verið um, hvar spælarin skuldi spæla. At vit so hava framt ein umsitingarligan brølara, mugu vit blankt viðganga, men vit hava so søkt FSF um at víkja frá reglunum, tí vit meta hetta sum heilt serligt føri, sigur Eivin.










