Gloymdu spælið

Hjá gøtumonnum helt liðskiparin, at úrslitið í størri mun var til at liva við. Men dugdi illa at skilja, hví spælið hjá gøtumonnum datt so nógv saman, sum tað í veruleikanum gjørdi.
 Vit byrja knappliga at spæla alt for nógv við longum bóltum, og tá koma vit at renna alt ov nógv. Sjálvur haldi eg ikki, at orkan gekk undan, men vit sleppa altso øllum tí, sum vit gjørdu gott fyri steðgin.
 Tann parturin er kanska ikki so góður, men hinvegin haldi eg, at vit allir sum ein arbeiða væl, og ein javnleikur í Gundadali er ikki nakað vánaligt úrslit, helt Sámal Joensen.