Fótbóltur
Tá 81 minuttir vóru farnir av dystinum í Gundadali framdi Skála sína seinnu útskifting. Inn kom Slavisa Kaplanovic, men eingin var varugur við, at spælarin als ikki stóð á dómaraseðlinum. Snøgt sagt, so var hann gloymdur, tá seðilin varð skrivaður, og linjuverjin varnaðist ikki mistakið, tá spælarin varð sendir inn.
Tað er sjálvandi ikki eftir forskriftunum, tá spælari ikki stendur á dómaraseðlinum, og tí kann Skála rokna við, at málið verður tikið upp á aganevndini. Antin tí nevndin sjálv velur at viðgera málið, ella um B36 sendir inn kæru.
Men tað verður tó ikki so, at Skála verður dømt at tapa dystin kortini. Siðvenjan á hesum økinum varð broytt eftir ein famøsan dómaraseðil hjá MB fyri góðum 20 árum síðani. Setningurin hevur eftir tann tilburðin verið, at ein dystur ikki kann tapast vegna skrivimistak. Tað varð eisini staðfest í fyrraárið, tá Royn kærdi dyst móti B71. Niðurstøðan hjá bæði Kappingarnevnd og Dómsnevnd varð tað ferðina, at B71 skuldi revsast við bót.