Fólk á Malta og Kypros eru í øðini, tí tær báðar oyggjarnar eru als ikki at finna á teimum nýggju evruseðlunum.
Málið verður mett so álvarssamt, at tað er nú tikið upp á politiskum stigi. Bæði Malta og Kypros fáa limaskap í ES 1. mai næsta ár, og kypriski fíggjarmálaráðharrin, Marcos Kyprianou, sigur, at sjálvandi skal oyggin standa á evruseðlunum. Hann hevur tí vent sær til evropeiska meginbankan í Frankfurt, sum eftir øllum at døma verður noyddur at prenta fleiri milliónir nýggjar evruseðlar, skrivar NTB.
Tað eru nú ikki bara Malta og Kypros, sum eru horvin av tí vanliga Evropa-kortinum, tnú evruseðlar verða prentaðir. Eitt nú er bara Svøríki at síggja á skandinavisku hálvoynni. Noreg er strikað burtur, men tað kemst sjálvandi av, at Noreg er ikki limur í ES og hevur heldur ikki søkt um at sleppa uppí.









