Gloymdu eingangsgrill á platti

Tað er ikki eitt gott hugskot at seta eina eingangsgrill á ein platt Klokkan 11 sunnumorgunin varð boðað frá eldi við eini hús við Eystara Ringveg. Eldurin var kyknaður, tí persónarnir, ið helst ætlaðu sær at grilla um morgunin, vóru sovnaðir.

So eingangsgrillirnar, sum vóru settar á ein platt, høvdu fest í plattin, og vandi var fyri, at eldur kom í húsini.

Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin.