Gloymdu at skriva Sámal á dómaraseðilin

Tað kom óvart á tey flestu, at ein av lykalspælarunum hjá VÍF, Sámal Joensen, ikki var at síggja á vøllinum í seinnu hálvfinaluni í gjár. VÍF hevði gloymt at skrivað hann á dómaraseðilin

- Det var en kikser, sigur Henrik Gerster, venjari hjá VÍF.

Hann greiður frá, at tá dómaraseðlin verður skrivaður gloymir ábyrgdarpersónurin at skriva navnið á Sámali á seðilin.

Dómaraseðilin skal verða fullfíggjaður og latin dómarapainum ein hálvan tíma fyri dystarbyrjan. Tað bleiv váttað á limafundi hjá hondbóltssambandinum 27. septembur 2011:

“2.Dómaraseðil skal vera útfyltur 75 minuttir áðrenn dystarbyrjan. Eftir tað kunnu ONGAR broytingar gerast í dómaraseðilin. Heldur ikki kunnu skaðar, sum henda í upphitingini føra til at dómaraseðilin skal broytast. Sama er galdandi fyri diskvalifiseraðar spælarar officials áðrenn dystarbyrjan.
(Dómarafelagið mælir til, at dómaraseðilin og dystareftirlitsskjalið verður útfylt í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan.)
Limafundurin samtykti, at hetta skal vera galdandi fyri Sunset og Atlantic – við 30 min. freist, sambært tilmælinum frá dómarafelagnum) “

VÍF gjørdi ikki vart við feilin fyrr enn heilt stutt fyri dystarbyrjan, og tí valdi dómaraparið til dystin, Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen, ikki at loyva broytingini.

Sum skilst, so er tað ikki so strangt, at um okkurt navn ikki er komið á listan fáar minuttir eftir at freistin er farin, so ber til at fáa tað á. Verri er tá tað nærkast dystarbyrjan, sum í hesum førinum.

StÍF vann dystin 23-21 og vinnur samanlagt 47-43. Sostatt skulu strandingar møta KÍF í steypafinaluni.