Gloymdi KÍ-spælarin er nú á veg

Betri deildin menn:  Latif Issah Ahmed kemur ætlandi til landið í komandi viku

Um kappingarbyrjan kunngjørdi KÍ, at felagið hevði gjørt sáttmála við Latif Issah Ahmed úr Ghana. Síðani hevur einki verið at hoyrt til spælaran, men eru tekin um, at hann er á veg til landið.

 

- Latif Issah Ahmed frá Ghana hevur nú fingið ferðavisa og kemur ætlandi fyrst í komandi viku, skrivar ki.fo.

 

Latif Issah Ahmed er 20 ára gamal og er ættaður úr Ghana. Hann er førur fyri at røkja øll plássini í vinstru.  Ghanesiski spælarin hevur ongantíð áður roynt seg í europeiskum fótbólti. Í fjør var hann og royndarvandi í Viking í Stavanger.

 

- Tað er eingin loyna, at skaðar hava vit havt nokk av í síðstuni, tí gleða vit okkum til at síggja nýggja leikaran hjá okkum við Djúpumýru, skrivar KÍ.

 

KÍ hevur vunnið 14 teir fyrstu dystirnar í landskappingini.