Ógloymandi sangir í missiónshúsinum

Leirvík: Sunnukvøldið fer missiónshúsið í bygdini at skipa fyri einum serstøkum sangkvøldi við teimum góð og gomlu sangunum.

Til tiltakið við heitinum "Syngið við kvøld" verður sungið burtur úr Missiónssangbókini eins og sangir, sum vóru sungnir í streingjakórinum í bygdini fyri mongum árum síðani.
Sagt verður, at undir sangløtuni verður ein andakt á skránni. Og eftir sangløtuna verða øll boðin til ein drekkamunn.