Ógloymandi løta við Fóstbræðum

Hóskvøldið hevði íslendska manskórið, Fóstbræður, konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Sangur teirra er ein fragd fyri oyra, og tá teir byrjaðu við sanginum, ?Nu flyver jeg til din nåde?, kendist tað, sum var tú lyftur upp á eitt hægri stað

Millum mongu gestirnar, sum í hesum døgum vitja okkum í samband við Nordvesten, er eisini íslendska manskórið, Fóstbræður.
          À vitjanini í Føroyum hava teir sungið í Christianskirkjuni í Klaksvík og Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í kvøld syngja teir í Norðurlandahúsinum; tað er seinasta framførsla teirra, áðrenn teir fara avstað aftur sunnudagin.
          Longu í 1916 varð manskórið Fóstbræður stovnað. Í kórinum eru 65 sangarar, sum allir hava eina musikalska bakgrund.
          Í Íslandi er siðvenja fyri manskóri, og krøvini til hesi eru stór. Ummælarar siga, at Fóstbræður uttan iva hava uppfylt hesi krøv.
          Í altjóða kappingum hava Fóstbræður vunnið fleiri heiðursmerki. Størsta løta teirra man hava verið, tá tað eydnaðist teimum at vinna gull í Prag í 2001.