Gloyma ongantíð síðstu samrøðuna við Dianu prinsessu

20 ár eftir, at Diana prinsessa doyði, er framvegis ein telefonsamrøða, sum plágar synir hennara William og Harry prinsar. 

 

Tað siga teir í nýggjum dokumentari við heitinum "Diana, Our Mother: Her Life and Legacy", sum verður at síggja í bretskum sjónvarpi í morgin. 

 

Tí tann dagin, tá ið Diana prinsessa doyði í ferðsluvanlukku í Paris, tosaðu báðir dreingirnir við mammu sína á telefonini. Men teir høvdu ringa tíð, tí teir spældu við síni systkinabørn. 

 

- Harry og eg skundaðu okkum at siga farvæl, vit síggjast seinni. Hevði eg vitað, hvat for at henda, so hevði eg ikki verið so líkasælur um alt, sigur William í dokumentarinum. Hann var 15 ára gamal, tá ið vanlukkan hendi. Men hasa samrøðuna fær hann ikki úr høvdinum. 

 

 

Harry greiðir frá, at hann fer at angra tað restina av lívinum. 

-Tá man hyggur at tí nú, so er tað ógvuliga hart. Eg eri onkursvegna noyddur at liva við tí restina av lívinum, sigur hann í dokumentarinum. - Hvussu nógv øðrvísi hevði tann samrøðan ikki verið, um eg visti, at hennara lív fór at verða tikið tað kvøldið, spyr Harry, sum tá var 12 ár. 

 

Umframt erligu prátini við báðar prinsarnar, so eru eisini nýggjar familjumyndir at síggja. Sendingin er ein heiðran av Dianu prinsessu, tí 31. august eru 20 ár síðani, at hon doyði.

 

Í sendingini minnast dreingirnir aftur á Dianu sum eina mammu, sum elskaði at hava tað stuttligt. Ein síða av prinsessuni, sum almenningurin sjáldan fekk innlit í. 

 

- Mamma okkara var eitt barn allan vegin í gjøgnum, sigur Harry. 

 

/ritzau/AP