Gloyma beltini

Kanningar, sum danska løgreglan gjørdi nærhendis skúlunum, tá skúlarnir byrjaðu aftur, vístu, at nógv foreldur koyra ov skjótt, og at tað gloyma trygdarbeltið hjá sær sjálvum og børnunum.

Kanningarnar, sum vardu átta dagar, staðfestu ikki færri enn 8.647 brot á ferðslulógina, og tað er meiri enn í teimum tilsvarandi kanningunum í fjør. Í 284 førum høvdu foreldrini gloymt at seta børnini í trygdarbelti, og í 1.306 førum høvdu foreldrini gloymt síni egnu trygdarbelti.

Ferðin var kortini tann størsti trupulleikin. 6.256 bilar koyrdu skjótari, enn loyvt var, skrivar Ritzau.