Gloyma at søkja um studning

Nógvir útróðrarmenn fáa ikki tann studning, teir hava rætt til, tí teir gloyma at søkja

Nógvir útróðrarmenn fáa ikki tann studning, teir hava rætt til.

Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og tilfeingismálum.

Partamaður hansara, Páll á Reynatúgvu, hevur spurt hann, um hann er greiðir yvir, hvussu stórar trupulleikar, útróðrarmenn í Sandoy og kanska aðrastaðni við, hava av at fáa útróðrarfiskin fluttan til eina góðkenda landingarmiðstøð.

Hann vísti á, at tað hevði verið eitt stórt afturstig fyri útjaðaran, at Farmaleiðir vórðu einskildar og hann vildi hava at vita um nakrar ætlanir vóru um at bøta um støðuna.

Aðrir tinglimir vístu á, at tað eru útróðrarmenn víða hvar í útjaðaranum, sum hava sama trupulleika, sum teir í Sandoy.

Tórbjørn Jacobsen Jacobsen vísti á, at útróðrarmenn, har ongin uppboðssøla er, kunnu fáa 14 oyru fyri kilo í stuðuli til at flyta fisk, livur og rogn á eina góðkenda landingarmiðstøð.

Um hetta var nóg mikið skuldi hann lata vera ósagt.

Hinvegin vísti hann á, at, at tað var nógv, sum bendi á, at útróðrarmenn fingu ikki tann flutningsstuðul, teir høvdui rætt til av teirri einføldu orsøk, at teir søktu ikki um stuðulin.

Hann vísti á, at í 2007 vóru tilsamans 3,3 milliónir goldnar út í flutningsstuðuli.

Men av teimum vóru bara 40.000 krónur goldnar í stuðuli til útróðrarbátar, sum hava avreitt til uppboðssølu

- Tí er tað okkurt, sum bendir á, at útróðrarmenn í útjaðaranum gera ogvuliga lítið av at brúka tann møguleikan, teir hava at søkja um flutningsstuðul, sigur Tórbjørn Jacobsen.

- Annars vórðu 2,6 milliónir rindaðar í stuðuli at flyta fisk frá uppboðssølu til fiskavirki og frá fiskavirki til avskipingar vórðu goldnar 6000 krónur í flutningsstuðuli og frá fiskavirki til Høvdavirkið vórðu goldin 712.000 krónur í flutningsstuðuli.

Tórbjørn Jacobsen segði annars, at hann var sinnaður at taka alt málið upp aftur, tí politiska endamálið hevði verið at javntseta allar fiskivinnuna í ølum landinum, men tað var ikki støðan nú, og trupulleikin var vaksin síðani Farmeleiðis vórðu einskildar uttan at samskipa tað við flutningsstuðilin og uttan at tryggja útjaðaranum nøktandi flutning.

Kári P. Højgaard helt, at 14 oyru fyri kilo var alt av lítið.

- Tað eru piparnøtur, tí inni á meginøkinum kostar tað nógva staðni eina krónu fyri kilo at flyta fisk millum, so hjá útjaðaranum er tað helst nógv dýrari.

Fleiri politikarar vóru samdir um, at tað var ein trupulleiki, at Farmaleiðir og flutningur hoyrir undir landsstýrismanninum í innlendismálum, men flutningsstuðulin hoyrir undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, men at teir báðir høvdu ikki samskipa nakað, tá ið Farmaleiðir vórðu einskildar og hendan manglandi samskipingin gjørdi, at brúkarar ov vinnugreinar duttu niður ímillum.