Gloym meg ei - Stuðulskonsertin 2025

Í morgin sunnudagin 4. Mai klokkan 15 verður Gloym meg ei stuðulskonsert í Gulu Smiðju, Saltangará.

Innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða at hjálpa familjum, sum hava mist børn.

 

Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig løta við tónleiki og hugleiðingum. Kostnaðurin er 100 kr., børn ókeypis. 

 

Møguleiki er at keypa kaffi, te, køku, minniskrín, minnisbók, lyklaringar, lummaeinglar og at stuðla við peningagávu

 

 

 

Skrá:

 

Vælkomin

 

Kunning um Beran v. Oddvør Poulsen, leiðara

 

Tónleikur við Bárði á Lakjuni

 

Tónleikur við Paulu Simonu á Fríðriksmørk

 

Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn

 

Steðgur við drekkamunni og sølu

 

Tónleikur við Elinborg Pálsdóttir