- Skal vinnuligur landbúnaður vera í Føroyum, mugu vit gloyma alt um at einskilja almennu jørðina.
Tað eru ráðini frá Óla Jákupi úr Dímun, sum hevur verið bóndi í Dímun, og sum nú er formaður í Útoyggjafelagnum.
Í Sosialinum nú seinnapartin eru fleiri meiningar um ætlanina at einskilja almennu jørðina og har staðfestir Óla Jákup úr Dímun, at ein og hvør einskiljing fer at tyngja raksturin hjá tí, sum vil dríva vinnuligan landbúnað.
- Tann einasti, sum kanska kann skora kassan, er tann, sum fær jørðina frá tí almenna og selur hana fyrstu ferð, leggur hann afturat.
Men hann staðfestir eisini, at tá ið jørð verður keypt og seld í dag, verða allar marknaðarmekaniskur settar til viks, tí eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið og prísirnir eru hareftir, heilt upp í eina hálva millión fyri ein gyllin í jørð.
Og slíkar prísir kann einki vinnuligt landbrúk klára, men samstundis fer privat jørð at verða býtt sundur í smærri og smærri lutiir, so hvørt sum hon arvast, og tað beinir eisini fyri vinnuligum landbrúki.
Kortini heldur Óla Jákup úr Dímun, at bóndin skal eiga síni rakstrargøgn og bygningar.
- Tað er rætt og rímiligt, at ein bóndi, sum brúkar eitt heilt lív á einum garði, og sum brúkar allar sínar inntøkur til ábøtur og útbyggingar, eisini eigur tær ognir, hann hevur skapt, sigur Óla Jákup úr Dímun.
|