Hóast tað heldur ikki hesaferð eydnaðist GÍ at vinna, so helt Poul Arni Jacobsen, at spælið seinastu ferðirnar hevur givið teimum eina væl grundaða vón um, at tað skal bera til at koma av botnsesssinum í Formula-deildini.
- Menn kempaðu ótrúliga væl ígjøgnum allan dystin, og til tíðir hekk spælið eisini heilt væl saman. Ikki minst vóru Sam og Símun Louis óførir á miðvøllinum, helt hann.
Og tit hildu eisini málið reint hesaferð. Er tað ikki nakað, sum styrkir sjálvsálitið?
- Heilt avgjørt. Tað hevði sera stóran týdning fyri okkum. Vit sluppu undan persónligu mistøkunum, sum hava kostað so dýrt seinastu ferðirnar, og so mugu vit royna at fáa spælið at hanga betri saman frameftir. Ikki tí, vit hava skotið hampuliga nógv mál, men sera fá av hesum eru komin úr opnum spæli, so tað er nakað, sum vit mugu arbeiða víðari við, heldur hann.