Glottar í amerikanska búskapinum

Tað gongur tann rætta vegin í amerikanska búskapinum. Tey seinastu tølini vísa, at útflutningurin vaks 5,3 prosent í øðrum ársfjórðingi, og tað var meiri, enn greinarar høvdu væntað. Íløgurnar vuksu 6,1 prosent, íløgurnar í byggivinnuni 9,7 prosent og íløgurnar í framleiðslutól 7,2 prosent.

Danski greinarin Ulrik Bie, sum starvast hjá Nykredit, sigur, at tað er serliga hugaligt at síggja tann stóra vøksturin í byggivinnuni. Hann væntar, at íløgurnar fara at minka eitt sindur í triðja ársfjórðingi, men at tað kortini verður ein rættiliga munagóður vøkstur.

-Samanumtikið lýsa tølini fyri 2. ársfjórðing ein búskap í spakuligari framgongd, sum er darvaður av einum lýggjum vetri og dýrari olju í 1. ársfjórðingi. Vit vænta eitt sindur størri vøkstur í seinna hálvári, men vænta framvegis, at framgongdin í amerikanska búskapinum sum heild verður b2,3 prosent í ár og 2,2 prosent í 2013, sigur Ulrik Bie við Jyllands-Postin.