Glottanum syrgdu teir ungu fyri

Ungu menninir skrivaðu søgu, tí talan var um fyrsta U-21 sigur nakrantíð, tá ið Aserbajan varð sent til hús við 1-0 tapi

Tað er ikki á hvørjum degi – og á hvørjum ári! – at Føroyar vinna ein landsdyst í fótbólti. Tí var tað merkisvert og søguligt, tá ið U-21 liðið stutt eftir kirkjutíð sunnudagin fór av Svangsskarði við 1-0 sigri ímóti Aserbajan.

Málskjútti var Magnus Olsen. Í síðsta álopinum í 1. hálvleiki tamdi hann í høgru eftir langa framlegging frá miðverjanum Sven F. Jacobsen. B71 spælarin rann inn um brotsteigar samankomingina í høgru, smekkaði til og bólturin smeyg inn við nærra stólpanum og í meskarnar. Fagnaðurin var stórur millum spælararnar, teir á beinkinum og teir umleið 200 áskoðararnar, og hann var ikki minni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

Fyrireikingarnar vóru ikki, sum tær plaga at vera. Leygarmorgunin sótu bæði liðini klár í umklæðingarrúmunum, tá ið boðini komu um, at dysturin var útsettur í eitt samdøgur, tí San Marino dómararnir skuldu flytast av Svangaskarði og í høvuðsstaðin at halda skil á.

- Vit sendu spælararnar til hús, og teir møttu aftur í Klaksvík klokkan 9 leygarkvøldið. Nú eftir sigurin hava spælararnir aftur fingið frí. Teir skulu møta aftur á Tórsvølli týsdagin klokkan 12.30, og tá fara vit undir síðstu fyrireikingarnar til avbjóðinga ímóti Kroatia, sum verður á skránni mikudagin klokkan 15.

Tað er Bill Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari, ið greiðir frá. Tað er lítið eftir av røddini, og Bill sigur, at tað var framúr spennandi á Svangaskarði:

- Aserbajan spældi, sum vit høvdu roknað við. Likamliga vóru teir betri fyri enn okkara. Teir vóru sterkir og skjótir, men í fótbóltsskili og bóltførleika vóru okkara væl betri. Aserbajan hevði sínar møguleikar, men okkara høvdu fleiri møguleikar, og sigurin var nátúrlig avleiðing av dystargongd og málmøguleikunum, heldur Bill Jacobsen.

Longu sendingarnar loftaðu miðverjarnir Sven F. Jacobsen og Poul Thomas Dam, og Emil Nolsøe Leifsson og Ólavur í Ólavsstovu vóru óførir á næstu bóltunum. Asarbajan var í 3-5-2 uppstilling. Heimaliðið var í 4-1-4-1 uppstilling. Tað bar við sær, at ytstu spælararnir á mótstøðumiðvøllinum vórðu togaðir aftur á bakkplássini, og tá ið teir ikki fluttu seg aftur, so varð miðverjan togað sundur.

Kristoffur Jacobsen fylti nógv á verjukenda miðvallarplássinum, Levi Hanssen og Magnus Olsen arbeiddu hart og vóru saman við vinstra vongverjanum, Jóhan V. Gunnarsson, rættuliga framrættaðir, og Arnbjørn T. Hansen var væl upplagdur í fremstu ódnini. Hann hevði ikki verjuábyrgdir og dugdi væl at leggja trýst á.


Hugburðurin ber langt

Hesa ferð vóru nógvir spælarar orsaka av skaðum, uppflyting og fráveru skiftir út á føroyska liðnum, tá ið sammett verður við undanfarnu dystirnar.

Sammett við undanfarnu ferðirnar, tá ið mótstøðan hevur verið størri, enn hon var tað hesa ferð, megnaðu føroysku spælararnir at dekka størri part av vøllinum, enn teir hava gjørt, og nógv av spælinum gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni.

Fritleif í Lambanum, sum var á høgra vongverja, hevði fína skotroynd av brotsteigarmarkinum eftir returbólt. Arnbjørn T. Hansen hevði góðan stútara, og tá ið Aserbajan í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, var tað kærkomið, at innskifti Gudmund Nielsen vísti seg at vera so gjøgnumbrotsstinnur.

- Tá ið mest stóð á, var tað framúr at síggja, hvussu góður hugburðurin var. Gunnar Nielsen var aftur hesa ferð brandur í málinum, og spælararnir ofraðu seg so mikið nógv, at teir næstan sveittaðu blóð, vil Bill Jacobsen vera við.

Fríggjakvøldið vann Kroatia 2-0 í Italia. Eingin ivi er um, at mótstøðan verður stór á Tórsvølli seinnapartin mikudagin. Men eingin kann taka stórfingna og søguliga sigurin frá U-21 liðnum, tá ið tað í morgin fer undir síðstu fyrireikingarnar til avbjóðingina ímóti Kroatia.

Emil Nolsøe Leifsson verður ikki við mikudagin. Hann sá sunnudagin gult fyri aðru ferð í hesi kappingini og er tískil leikbannaður ímóti Kroatia. Jónas Þór Næs, sum var leikbannaður sunnudagin, er tøkur aftur mikudagin.



Myndatekstur:

Føroyar skoraðu einasta málið í U21 landsdystinum á Svangaskarði sunnudagin, og so fingu føroyingar ein tiltrongdan landsliðssigur





Føroyar-Aserbajan 1-0 (1-0)

EM undankappingardystur á Svangaskarði sunnudagin 14. oktober 2007 kl. 12.00

1-0: Magnus Olsen 45.

200 áskoðarar

Føroyar: Gunnar Nielsen, Blackburn – Fritleif í Lambanum, ÍF, Sven F. Jacobsen, TB, Poul Thomas Dam, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36 - Kristoffur Jacobsen, KÍ - Magnus Olsen, B71 (Gudmund Nielsen, B71, 66.), Ólavur í Ólavsstovu, HB, Emil Nolsøe Leifsson, HB, Levi Hanssen, Skála (Poul Poulsen, Skála, 87.) - Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur (Leif Niclasen, EB/Streymur, 90.).

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, B71, Teitur R. Joensen, Skála, Ásbjørn V. Gunnarsson, B36, og Frank Poulsen, ÍF.

Gult kort: Ólavur í Ólavosson 15., Kristoffur Jacobsen, 62., Emil Nolsøe Leifsson, 72.