Tað hevur regnað av grimd í Keypmannahavn og har um vegir í kvøld, og sambært veðurstovuni DMI hevur toran sligið niður fleiri ferðir. Í Tivoli kom so nógv regn niður, at kjallararnir stóðu undir í vatni, og avgjørt varð at flyta fólk út, tí vandi var fyri, at elskipanin fór at svíkja.
Løgreglan í høvuðsstaðnum hevur havt úr at gera. Michael Skov hjá løgregluni sigur við danska kringvarpið, at nógvastaðni eru lokini á kloakkunum lopin úr. Løgreglan roynir at fáa eitt yvirlit yvir støðuna og biður fólk halda seg innandura.
Veðurmenninir siga, at regnið er á veg vestureftir, men at tað viknar samstundis.









