Eftir seks tímum fáa partar av Danmark líka nógv regn, sum teir vanliga fáa allan august mánað Danska veðurstovan hevur boðað frá, at summastaðni í Jyllandi kann avfallið koma upp í 45 millimetrar, men at tað kann regna uppaftur verri í støðum. Sambært DMI regnar tað vanliga 67 millimnetrar allan august í Jyllandi.
Donsku fjølmiðlarnir siga, at nógvastaðni eru lokini farin av kloakkunum, og fleiri gøtur standa undir í vatni.
Í Skanderborg eru umleið 33.000 fólk á tónleikafestivali, og har oysir niður, skrivar Ritzau.










