Tað regnaði óvanliga illa í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í gjár, og sambært veðurstovuni hevur tað ikki regnað so illa í høvuðsstaðarøkinum tey seinastu 61 árini. Eftir 14 tímum regnaði tað 46 centimetrar, og tað er tað mesta, síðani mátingarnar byrjaðu í 1951.
Myndugleikarnir siga, at tað nógva regnið hevur kravt í minsta lagi 10 mannalív, og tíðindastovan Xinhua skrivar, at umleið 15.000 fólk eru flutt burtur út bygdum við høvuðsstaðin.
Fleiri vegir kring Beijing standa undir vatni, og loftferðslumyndugleikarnir hava avlýst næstan 500 flogferðir.
Men tað eru ikki bara tey í høvuðsstaðarøkinum, sum hava trupulleikar av regni. Í Shanxi-landspartinum har norðuri í landinum doyðu fýra fólk, tá vatnið tók ein bil, sum var á veg eftir einari brúgv, og í Sichuan har suðuri í landinum hava skriðulop kravt seks mannalív.










