Glopraregnið avleiðingar

Í 1999 brúktu vit nógvan pening til at umvæla og asfaltera okkar niðurslitnu vegir, og úrslitið vóru vit øll glað fyri. Ætlanin varð tí ikki at brúka so nógv til asfaltering í 2000, men heldur nýta peningin til aðrar ábøtur á vegakervinum.

Men hendan ætlan er nú skerd munandi sum ein avleiðing av glopraregninum tann 18. september, sum skolaði asfalt av gongubreytum og vegum, og breyt seg upp ígjøgnum vegir, har avvatningarrørini ikki megnaðu at svølgja, við tí avleiðing, at vit nú standa við einum neyðugum umvælingararbeiði, sum kemur at kosta kommununi minst 5 mill. kr.

Tílíkum kann ongin taka hædd fyri, og ongin peningur er avsettur á fíggjarætlanini hjá kommununi til umhvørvisvanlukkur. Men býráðið hevur tikið tað støðu, at býurin skal gerast aftur í sama stand, sum hann var í, áðrenn vanlukkuna, og hevur í hesum sambandi sent Føroya Landsstýri eitt skriv um stuðul. Enn er onki svar komið, men vónandi ganga teir umsókn okkara á møti.

Men tað sum kanska øll í býnum hava lagt merki til og ilskast inn á, er almenni standurin á okkara gongubreytum og tað av røttum. Gongubreytirnar eru ? nógva stðani ? beinleiðis hættisligar at ganga á, og hartil eru tær illa røktar.

Kommunan, SEV og Føroya Tele arbeiða við nýtímansgerð av gomlu leiðingunumí býnum. Hetta fer eisini illa við gongubreytunum. Tí verður nú kravt, at gongubreytin skal asfalterast aftur í fullari breidd, og ikki bert bøtt, tá grivið verður í hesari.

Ætlanin er, at gera nakað munagott við gongubreytirnar komandi ár. Hetta skal gerast við at seta eitt arbeiðslið, sum burturav skal arbeiða við at fáa gongubreytirnar í býnum gjørdar, so bæði illa gongd fólk og fólk við barnavognum kunnu ferðast uttan ampa.

Eisini er ætlanin, at arbeiðið við at gera rundkoyring við posthúsið, av álvara skal fara í gongd. Peningur er settur av til projekteringina.

Enn er langur vegur til vit kunnu siga, at vit eru nøgd við umstøðurnar á vegakervinum. Men við tí íløgukarmi, sum Landsstýrið hevur tillutað okkum, er ikki møguligt at seta meira ferð á. Men við eini miðvísari ætlan, koma vit eisini á mál til endan.


Hergerð Joensen

Forkvinna í Teknisku nevnd Klaksvíkar býráðs