Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Tað eru mangir føroyingar sum eru ikki sørt ørkymlaðir av øllum hesum nýggja sum floymir inn yvir land okkara, bæði tá talan er um nýggja tøkni og um broytingar í okkara nærumhvørvi, sum við breiðbandi og elektroniskum pen-inga-flytingum eru vorðin ein stórur partur av heiminum.
Ein av nýggju avbjóðingunum er Evropa. Tað er upp til okkum sjálvi hvussu vit velja at síggja hesar avbjóðingar, og vit kunnu ikki venda teimum bakið. Fyri at skapa framhaldandi búskaparvøkstur og vælferð, so metir Sambands-flokkurin at vit skulu síggja hetta rákið sum eina spennandi avbjóðing, sum, um vit brúka hana rætt, verður grundarsteinurin undir einum framtíðar vælferðarsamfelagi.
Higartil hava føroyingar sett seg sjálvar uttanfyri Evropa, við tí úrsliti, at vit eru í ferð við at avreiða øll arbeiðspláss í fiskivinnuni til ES. Um vit bara tosa um hvørjar hóttanir tann nýggja tíðin ber við sær, so koma vit framhaldandi at standa eftir sum eitt fjarskotið tilafturskomið land.
Vit mugu ongantíð ov skjótt brynja okkum út til eina globala kapping í vinnulívinum, sum ongantíð fyrr hevur verði. Tað er ábyrgdin hjá teimum sum siga nei til samstarv, eisini at vísa á gongdar leiðir, hvussu vit kunnu skipa okkara samfelag uttanfyri Evropa.
Sambandsflokkurin metir at tann besti vegurin til framburð er at stimbra alla frælsa kapping í vinnulívinum, og at sleppa av við øll monopolir og duopolir sum tíanverri hótta kostnaðarstøði í øllum heimsins samfeløgum í dag.
Samstarv er vegurin fram.