- Skal føroysk útflutnings-vinna gera seg galdandi í altjóða høpi, treytar tað ein nýggjan hugburð mótvegis globaliseringini og stórum altjóða samtøkum. Hetta vóru millum annað boðini, landsstýrið og uttanlandsnevndin fingu, tá stjorin á handilsdeildini í íslendska Uttanríkismálaráðnum Grétar Már Sigurðsson vitjaði í Føroyum í síðstu viku.
Europeiskur heimamarknaður
Seinastu 5-10 árini er tað eydnast íslendsku stjórnini og vinnuni at kollvelta hugsunarháttin hjá íslendingum, tá tað ræður um dirvið til at gera seg galdandi í altjóða handilshøpi. Frá at vera ein tjóð, sum burtursæð frá fiskaútflutninginum, stórt sæð bara dúvaði uppá íslendska heimamarknaðin, hava íslendingar sett kikaran fyri hitt eygað og arbeiða nú miðvíst við at skapa nýggjar útflutningsmøguleikar gjøgnum fríhandilsavtalur. Aðalmálið er at beina burtur allar forðingar fyri handli við umheimin, og við EFTA sum platformi er tað eydnast at fáa í lag frí-handilsavtalur við lond um allan heim, sum vóru óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Grétar Már ivast ikki í, at hetta bert er byrjanin, tí nýggjar og betri avtalur verða gjørdar alla tíðina.
? Tú kanst siga, at vit nú hugsa um Europa sum okkara heimamarknað og savnað okkum um at framleiða tað, vit duga best, heldur enn bara at hava íslendska marknaðin í huga, sigur Gretar Már. Hann leggur afturat, at hetta millum annað hevur havt við sær, at fiskaútflutningurin spælir ein alsamt minni leiklut í samlaða útflutninginin, samstundis sum aðrar vørur og tænastur allatíðina koma afturat. Eitt nú er útflutningurin av aluminium vaksin munandi seinastu árini, samstundis sum kunningartøkni, tón-leikur, filmsframleiðsla og design vinda alt meir uppá seg.
Váðaspjaðing
Hóast Grétar Már er sannførdur um, at broytti hugburðurin hjá íslendingum mótvegis síni egnu støðu í altjóða høpi hevur havt ein avgerandi leiklut, leggur hann dent á, at onki av hesum hevði borið til, uttan so at politisku myndugleikarnar vóru sinnaði at gera sítt. Í 1997 var eitt nú ein uttanlanda handilstænastudeild sett á stovn undur Uttanríkismálaráðnum. Deildin hevur sum uppgávu at samskipa arbeiðið hjá handilsráðgevum á íslendskum sendistovum runt um í heiminum fyri á tann hátt at betra um møguleikarnar hjá íslendskum fyri-tøkum uttanlanda. Eisini innanhýsis eru fíggjarligu karmarnir hjá vinnuni broyttir munandi síðani ferð kom á at einskilja stóru bankarnar og fyritøkur fyri at lata upp fyri privatum íleggjarum og útlendskum kapitali. Afturat tí hevur virðisbrævamarknaðurin, sum lat upp seinast í 1980unum, spælt ein týdningarmiklan leiklut fyri moderniseringina av einum lutfallsliga lítlum og ofta stirvnum fíggjarmarknað.
- Hetta snýr seg eisini um at spjaða íløgurnar og harvið váðarnar, so vit ikki vera so viðbrekin í búskaparligum niðurgangstíðum. Sæð á tann hátt, er tað jú eyðsæð, at smærri lond fáa nógv størri nyttu av globaliseringini og fríu atgongdini til altjóða hand-ilsmarkanaðin, enn tær stóru tjóðirnar, sigur Grétar Már Sigurðsson.