Glitrandi galla

Føroyskur flogbóltur hátíðarhelt leygarkvøldið seg sjálvan við einari galla veitslu og kjósanum av ársins bestu leikarum og venjarum. Úrslitið líktist sær sjálvum, men var kortini í stóran mun rættvíst

GALLA

Fyri triðju ferð í líka nógv ár skipaði Flogbóltssamband Føroya fyri galla veitslu leygarkvøldið. Veitslan varð hildin á Hotel Føroyum. Umframt at hugna sær saman, eru tað serliga kjósanirnar av bestu leikarum og venjarum, sum fær flest øll fólk innan føroyskan flogbólt at geva tiltakinum gætur.
Og fyri ikki at villast í hugtøkum skulu vit lika hava við, at ein galla veitsla einki hevur við nakra gallu at gera. Sostatt velur føroyskur flogbóltur ikki at feira skipsmatarsiðirnar, men hevur heldur tikið ? som so mangur annar ? eitt útlendskt hugtak til sín.
Og sum heild tóktist veitslan at vera rímiliga væl fyriskipað og spennandi. Tað hevði ikki verið rættvíst at leita tey heilt feitu jaligu orðini fram, tí tiltakið tolir væl endurskoðan. Serliga tóktust kjósanirnar í so trunkaðar saman. Men tað er valla nakað høpi í at ummæla tílíkt tiltak, sum hóast alt er at stór fegnast um fyri flogbóltin í Føroyum.
Kanska nakað væl omanfyri hálvtannaðhundrað fólk úr øllum feløgunum vóru við á veitsluni. Luttakararnir eru mest leikararnir í meistaradeildunum saman við stuðlum hjá bæði feløgum og Flogbóltssambandinum.
Undan sjálvari galla veitsluni vóru fólk ójavn á máli, um tað var nøkur heppin loysn at býta útlendingar og føroyingar fyri seg í sambandi við at velja ársins leikarar v.m.
Hetta hevur serliga sett glið á dulnevnda kjakið á alnetinum, har orðaljóðið stundum hevur verið hvast. Fólk vilja vera við, at hetta gevur eina órættvísa mynd av støðuni í flogbóltinum. Hetta skal síggjast í mun til undanfarin ár, tá munur ikki hevur verið gjørdar á útlendskum og føroyskum.
Í sær sjálvum er hetta eitt rættiliga áhugavert evni. Tað er einki at taka seg aftur í, at útlendsku leikararnir hava hækkað støði í føroyskum flobólti. Fleiri teirra skara eisini framúr, og tað er spurningurin, hvørt heiðurin verður latin teimum røttu ? og nøkur ikki sleppa upp í part.

Vanabundið
Galla veitslur hava veruliga vundið upp á seg hesi seinastu árini innan fleiri ítróttagreinir. Og tað liggur ræðið fyri at kjósa. Leygarkvøldið varð kosið í ikki færri enn átta bólkum.
Helst størsta hendingin er kjósanin av ársins leikarum. Hjá kvinnunum gjørdist hetta Gudrid Nolsøe úr TB, og Rúni Weihe kundi fara til songar sum ársins leikari hjá monnum. Hesi bæði vórðu somuleiðis vald til ársins áleyparar.
Tey bæði hava eisini verið ímyndin av nýggja ættarliðnum úr nítiárunum í føroyskum flogbólti, sum longu í fleiri ár hava ímyndað tað besta av føroyskum flogbólti ? bæði í heimligu kappingini og á landsliðnum. Rúni Weihe hevur uttan iva so góðar menningarmøguleikar og talent, at hann tað sama kundi gjørt seg galdandi uttanlands, og tá hevur eisini verið líka við, men enn er hann so í Føroyum. Í ár hevur hann spælt við ÍF, og úrslitið talar fyri seg hjá teimum. Rúni varð valdur ársins leikari í fjør, og hann gjørdist nummar tvey í 2001. Tað munnu eisini vera tey allarflestu, sum eru samd í, at hann er besti føroyski flogbóltsleikarin í løtuni, og alt talar fyri, at hann kann lata nakað av plássi vera á hillunum til komandi ár.
Gudrid Nolsøe hevur hetta kappingarárið staðið á odda fyri besta liðnum hjá TB sum venjari á fyrsta sinni í bestu deildini. Hetta førdi millum annað ein sigur í steypakappingini við sær. Hon plagar oftani at markerað seg rættiliga væl við sínum spæli, og hon eigur væl munin móti Marjun Kalsø og Sóley Philbrow, sum fingu annað og triðja plássi. Tað kunnu kortini setast spurnartekin við, um hon nú hetta kappingarárið hevur staðið Nikolnu Alter kurl, men tað kann óivað fáa pláss við onnur høvi.
Tað eru leikararnir sjálvir, ið velja ársins í teimum ymsu bólkunum. Og tað sæst á úrslitunum, at atkvøðurnar flyta seg ikki tað nógva ár um ár. Sjálvandi eru tað leikarar, ið skara framúr ár eftir ár, men tað kann illa sleppast undan tankanum um, at atkvøðurnar eru nakað vanabundnar.
ÍF, sum var tað heilt stóra liðið hetta kappingarárið, áttu bestu útlendingarnar í føroyskum flogbólti. Nikolna Alter og Boban Ilic fingu heiðurin. Og tað vóru nógv, sum roknaðu við, at Reiko Petrovic fór at vinna henda heiðurin, men hann mátti finna seg í einum øðrum plássi.
Serliga Nikolna Alter hevur verið framúrskarandi í ár. Hennara styrki í álopsspælinum er klárt tann besta í landinum hjá kvinnunum.
Mest yvirraskandi og kanska eisini mystiska úrslitið leygarkvøldið var valið av ársins venjara. Hjá kvinnum var venjarin hjá KíF Kristian Mikkelsen valdur til ársins venjara, hóast liðið hjá honum endaði aftast. Boban Ilic vandi bæði menninar og kvinnurnar hjá ÍF í ár, og hann kundi staðið við báðum steypunum, men hann fekk bert tað eina fyri innsatsin við monnunum.
Hjá monnunum var venjarin hjá Fleyr, Claudio Pitigoi, at finna á einum triðja plássið. Hetta hóast liðið hjá honum alt kappingarárið bert vann eitt sett.
KÍF vann eisini í ársins stjørnuskot. Heidi Dam hevur staðið seg so mikið væl, at leikararnir á hinum liðunum hildu, at hon hevði uppiborið heiðurin sum ársins stjørnuskot.
Hjá monnum vann Hans Fróði Jensen.
Reglarnir fyri hvør nú er eitt stjørnuskot kundu óivað fingið eina yvirháling. Í øllum førum var onkur leikari, sum fyri tveimum árum síðani var á landsliðnum, at finna í topp trý.
Mjølnir fekk báðar teir bestu blokkspælararnar við Tinu Jacobsen og Trygva Poulsen. Hetta er triðja árið, at Tina vinnur, og Trúgvi hevur somuleiðis vunnið áður.
Bestu hevararnir gjørdust Marjun Kalsø og Odd Eliasen. Her er ógvuliga lítið at viðmerkja, tí hesi bæði hava verið bestu hevarar í landinum.
Ársins verjuleikarar gjørdust Joen Petur á Stongum úr SÍ, og Vera Larsen vann hjá kvinnum. Hon skumpaði liðfelagan Margit Joensen av ovasta tindi.
Soleiðis býttu atkvøðurnar seg, og tað kann væl altíð kjakast um, hvat er rættvíst og ikki.
Í síðsta enda er tað demokratiið, ið ræður. Og uttan at gera nakað burturúr, um flest merkir best ella barasta flest, skuldi hetta givið størsta rættvísi.
Sosialurin ynskir øllum vinnarunum hjartaliga tillukku.

Ársins áleypariSteyp givin av Føroya Shell
Menn:
1Rúni WeiheÍF
2Trygvi H. PoulsenMjølnir
3Ragnar PetersenFram
Kvinnur:
1Gudrid NolsøTB
2Soley PhilbrowÍF
3Tina JacobsenMjølnir

Ársins blokkleikariSteyp givin av Norðoya Sparikassa
Menn:
1Trygvi H. PoulsenMjølnir
2Suni J. PedersenFram
3Heiðrikkur BergssonFram
Kvinnur:
1Tina JacobsenMjølnir
2Annika RasmussenÍF
3Ingun MidjordTB

Ársins verjuleikariSteyp givin av Føroya Bjór
Menn:
1Joen Petur á StongumSÍ
2Bartal EliasenÍF
3Rúni WeiheÍF
Kvinnur:
1Vera LarsenMjølnir
2Margi JoensenMjølnir
3Harriet HammerTB

Ársins hevariSteyp givin av Klaksvíkar Timburhandil
Menn:
1Odd EiliassenÍF
2Kaj á StongumSÍ
3Bogi IsaksenMjølnir
Kvinnur:
1Marjun KalsøMjølnir
2Randi LarsenÍF
3Torgunn JónsdóttirDráttur

Ársins stjørnuskotSteyp givin av Atlantic Airways
Menn:
1Hans Fróði JensenSÍ
2Høgni ViderøFram
3Andrass JógvanssonFleyr
Kvinnur:
1Heidi DamKÍF
2Ingun MidjordTB
3Durita LjóssteinMjølnir

Ársins leikariSteyp givin av Føroya Sparikassa
Menn:
1Rúni WeiheÍF
2Trygvi PoulsenMjølnir
3Joen Petur á StongurmSÍ
3Odd EliassenÍF
Kvinnur:
1Gudrid NolsøeTB
2Marjun KalsøMjølnir
3Sóley PhilbrowÍF

Ársins útlendingurSteyp givin av Føroya Sparikassa
Menn:
1Boban IlicÍF
2Reiko PetrovicSÍ
3Borco IlicSÍ
Kvinnur:
1Nikolna AlterÍF
2Marina PopovicTB
3Zacharina FilipovaMjølnir

Ársins venjariSteyp givin av Peugoet
Menn:
1Boban IlicÍF
2Reiko PetrovicSÍ
3Claudio Pitigoi Fleyr
3Gencho GenchevMjølnir
Kvinnur:
1Kristian MikkelsenKÍF
2Boban IlicÍF
3Niclas JoensenDráttur