Glitnir vísir dystin móti Norðurírlandi

Kringvarpið vísir ikki dystin millum Norðurírland og Føroyar í kvøld. Hann verður bara útvarpaður í útvarpinum. Men tað ber sjálvandi til at síggja dystin aðrastaðni, og í Glitnir í Havn verður dysturin vístur á stórskíggja.

 

Úr Glitinir vísa tey á, at fyrst í nítiárunum var Føroyska landsliðið okkara stoltleiki, men síðani byrjanina av hesi øldini hevur áhugin fyri føroyskum landsliðnum verið støðugt minkandi.

 

- FF Giza, 12. maður og Ó fara framyvir at byggja hendan stoltleikan uppaftur, tí landsliðið hevur seinastu dystirnar víst, at teir eru sinnaðir at stríðast fyri tjóðini. Við sigrum móti Norðurírlandi og Estlandi hava teir prógvað, at teir eru til dystin fús, siga tey í Glitnir og í Irish Pub. Tey siga, at hetta tiltakið í kvøld eisini er ein partur av upptaktini til dystin millum Føroyar og Italia, sum verður á Tórsvølli 2. september.