Glitnir karmur um Carling Cup finaluna

Klokkan 12.30 í morgin lata Glitnir dyrnar upp fyri Manchester United fjepparum í sambandi við finaluna í ensku Carling Cup.

Borðreitt verður við smyrjibreyði og onkrum afturvið, umframt at serstøk upptakt verður til dystin, ið er ímillum Manchester United og Tottenham. Dysturin verður blástur í gongd klokkan 15.00 og verður leiktur á Wembley leikvøllinum í London.