Við hugnaligum ljósdiodum, sum skifta lit, er barrin í Glitnir gingin nýggjar leiðir og tað minnir um veruligt ?LAS VEGAS? umhvørvi mitt á Skálatrøð. Fyri stuttum gjørdi leiðslan í Glitnir av, at gera eina íløgu í eina framkomna skeinkiskipan; og saman við hesum var so eisini avgjørt at seta ljós til - so alt gekk líka upp í eina hægri eind.
Tað skal verða ein uppliving at koma á gátt í Glitnir - tað er jú eisini ein partur av tí heila, at eyguni eisini fáa sítt.
Tað er einki at ivast í, at tað áliggur teimum, sum hava støð har fólk samlast til eina hugnaliga løtu, at vit spenna okkum út; ?og tað kemur meira enn so fyri at vit eisini fáa herðaklapp fyri tað vit gera og tað er altíð hugaligt og stuttligt?, siga fyriskipararnir frá.
Skeinkiskipanin er at síggja á www.tap-systems.dk