Glitnir eisini rakt av halgidaslógini

Býarlívið í Havn er veruliga rakt av Halgidagslógini hetta vikuskiftið, nú broytir eisini Glitnir skránna fyri í kvøld.

 

Glitnir sigur í tíðindskrivi í dag, at teir ikki vóru greiðir yvir at Halgidagslógin ikki loydi dans náttina til Hvítusunnudag. Tí høvdu tey lýst við dansi við Bridge í kvøld, hesin er nú fluttur til 2. hvítusunnukvøld. Ístaðin verður Country Karaoke, ið er vorðið eitt slag av traditión í Glitnir. Hvørt fríggjakvøld savnast nógv fólk fyri at royna seg sum stjørnur við mikrofonina.