Glitnir bjóðar til tunnilsdans

Í Glitnir gleða tey seg til at tunnilin millum Leirvík og Klaksvík letur upp, og skipa í tí sambandi fyri tunnilsdansi leygarkvøldið, fyri teimum klaksvíkingum, ið koma til Havnar gjøgnum tunnilin. Bridge spælir til dansin.

Fríggjakvøldið fara Uni Debes og Búi Dam á pallin, Uni Debess vann í fjør Prix Føroyar við Go Go Blues, men í kvøld fer hann á pallin saman við Búa Dam, ið brúkti fleiri mánar í Andalusisku fjøllunum har hann skrivaði tónleik.