Skúlagarðurin, skúlalaðið, sum tað verður nevnt, í Vágs Skúla er í dag glerstoytt, og har er sum á kalvabaki.
Har liggur væl fyri at gera skreiðibreytir á glerinum, og at standa á skoytum, og børnini hugna sær í dag á skúlalaðnum. Eitt sindur av vatni er spulað á vøllin, og er fryst.so at talan í støðum rættiliga er um gler, ið er sera væl nýtiligt til skoytur.