Tað skal vilja heilt illa til, um Suðringar skulu koma sær í vanda fyri at flyta niður. Tað eru níggju stig aftur til niðurflytingarpláss, og tað eru fimtan stig eftir at spæla um.
Eftir 1-0 heimatapið ímóti AB í Trongisvági síðsta sunnudag vóru Suðringarnir ógvuliga vónbrotnir. Bæði tí teir mistu alt í evstu løtu, eftir at teir nøkur sekund frammanundan hildu seg hava skorað sigursmálið, og eisini tí teir ikki vóru nøgdir við sítt egna avrik:
-Um vit skulu hugsa um at gera nakað við NSÍ, so skulu vit avrika nógv betur í dag, enn vit gjørdu síðsta sunnudag. Tá vóru tað alt ov nógvir, sum høvdu hug at goyma seg og alt ov fáir sum vístu rætta hugburðin í nærdystunum og bjóðaðu til at spæla, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá Suðringum.
-Nú hava vit fokus á avbjóðingini ídag. Tá ið vit fyri stórum mánaði síðani vóru í Runavík, taptu vit 1-0. Tá var avrikið gott, og vit vóru óhepnir ikki at vinna stig. Um vit í dag fara at vísa hugburðin og avrikið, sum sást í Runavík, so hava vit ein møguleika, hóast NSÍ er eitt gott lið, sigur Glenn Ståhl.
Suðringar eiga fýra heimadystir á rað. Í tí fyrsta vunnu teir 2-1 ímóti EB/Streymi, síðsta sunnudag taptu teir 1-0 ímóti AB, í dag fáa teir vitjan av NSÍ, og um eina viku verður Skála gestur við Stórá.
Jón Krosslá Poulsen er tøkur aftur eftir leikbann. Heri E. Kjærbo er darvaður at vøddaskaða. Tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla.
Hóast NSÍ tvær tær síðstu ferðirnar hevur tapt ímóti B36 og HB, so er møguleiki fyri, at teir gulu við sigri seinnapartin kunnu lyfta seg upp á næstfremsta plássið. NSÍ er trý stig aftanfyri KÍ, og málmunurin hjá NSÍ er betri, enn hann er hjá klaksvíkingum.
-Síðsta sunnudag í Gundadali vóru vit als ikki til staðar í fyrra hálvleiki ímóti HB, og tað kostaði tvey mál ímóti okkum, og so fingu vit einki burturúr, hóast vit svaraðu aftur í seinna hálvleiki. Tá var viljin væl størri, og tað skal hann vera, um vit skulu vinna ídag. Vit skulu tryggja felagnum pláss í Europa, og tað skulu vit gera við at vinna ídag, sigur Árni Frederiksberg.
Fróði Benjaminsen er leikbannaður, og Øssur Dalbúð er skurðviðgjørdur í fótliðnum og harvið ikki tøkur. Einar Tróndargjógv, sum seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, er darvaður av skaða.