TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við svenska venjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl, sum sá sínar menn tapa greitt 0-4 ímóti NSÍ við Stórá í Trongisvági.
Glenn Ståhl greiðir frá, at spælætlanin var, at Suðringar skuldu royna at lukka niður høgru síðu hjá NSÍ, men tað eydnaðist ikki heilt, og tá Klæmint Olsen hevði sett tvey mál inn fyri NSÍ áðrenn ein hálvur tími var farin gjørdust arbeiðsumstøðurnar torførar hjá NSÍ. Men Glenn Ståhl viðurkennir, at mótstøðan var framúr sterk í dag. Svenski venjarin staðfestir tó, at munurin gjørdist ov stórur í dag. Glenn Ståhl heldur, at NSÍ kom ov lætt til málini í dag.
Til komandi dyst í Sørvági ímóti 07 Vestur mugu Suðringar læra at verja betur, um meir skal koma burturúr.
Um hví hann hevur tikið við avbjóðingini í Suðuroy greiðir Glenn Ståhl frá, at hann er eitt menniskja sum dámar væl avbjóðingar, og hann kennir seg sera væl móttiknan í Suðuroy.
Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze kann hoyrast HER