Flytingarvindeygað letur upp 15. juni. Í tí sambandið hevur Sosialurin hugt nærri at hvørjar spælaraflytingar kunnu væntast. Í Runavík vil venjarin tó ikki siga so nógv.
- Tað kann ymiskt henda hesa tíðina á árinum, bæði til- og frágongd, men at tosa um tað beint nú verður bara til gitingar, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá NSÍ, tá hann verður spurdur um spælaraflytingar í summar.
Sambært keldum hjá Sosialinum, so hevur NSÍ verið eitt av feløgunum, sum hevur víst Heina Vatnsdal stóran áhuga. Vit gita, at hann endar í KÍ, men NSÍ er í ár uttan Pól Jóhannus Justinussen og Peder Nersveen, ið báðir vóru kraftmiklir spælarar á miðvøllinum.
Í ár hevur miðvøllurin verið mannaður av yngri og lættari spælarum, sum eisini hava gjørt tað væl, men helst hevði ein Heini Vatnsdal gjørt góðan mun. NSÍ hevði eisini Alfred Sankoh, sum kom úr svenskum fótbólti. Hann er miðvallari, men tað gjørdist skjótt greitt, at hann ikki hevði støðið at spæla í NSÍ.
Tí kundi ein nýggjur miðvallari verið ein boð, men spælarar sum Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen og Búi Egilsson hava spælt væl, meðan Salmundur Bech leggur afturat fyri hvørja viku, eftir at hava hav tein álvarsligan knæskaða. Mest upplagd loysnin hevði nokk verið, at Pól Jóhannus Justinussen tók gaggurnar fram aftur.
Fakta 7. umfar:
Fríggjadagin:
B36-EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1
Leygardagin:
TB-ÍF (14.00)
HB-Skála (17.00) Beinleiðis á FM1
KÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1