Glenn mælir til samstarv

- Fótbólturin í oynni doyr, um man ikki stendur saman, sigur fráfarandi venjarin í TB/FCS/Royn.

Fráfarandi svenski venjarin hjá TB/FCS/Royn, Glenn Ståhl, sigur í einari seinastu heilsan til felagið, at hann vónar, at samstarvið um eitt felagslið heldur fram.


- Eg vóni veruliga, at fólk við ábyrgd í feløgunum brúka sunnan fornuft, og ikki taka avgerðir sambært kenslum og nøkrum, ið hendi fyri 30 árum síðani, skrivar Glenn Ståhl í facebook-bólkin 'Suðringar'.


- Í mínum heimi doyr fótbólturin í oynni, um man ikki stendur saman, og tað veit eg, at spælararnir eisini kenna á sær. Gloymið gomlu søguna, og skrivið heldur nýggja fantastiska søgu saman sum eitt sterkt felag, sigur Glenn.


47 ára gamli venjarin hevur takkað fyri seg hjá TB/FCS/Royn, sum hann var við til at føra til eitt 7. pláss í Betrideildini í ár. Hann fer av landinum í kvøld.


Tað er ógreitt, um TB/FCS/Royn fer at halda fram sum eitt felagslið, men helst fara komandi vikurnar at vera avgerandi. Eykaaðalfundur verður í annaðkvøld, har tað á skránni er val av nevnd og ymiskt.