Glenn Frey úr Eagles deyður

Guitarleikarin úr superbólkinum Eagles, Glenn Frey, er deyður 67 ára gamal.

Guitarleikarin úr superbólkinum Eagles, Glenn Frey, er deyður 67 ára gamal.

Sum skilst er deyðsorsøkin bland av trupulleikum við liðagikt, tjúktarmbruna og lungnabruna.

Glenn Frey var ein av stovnarunum av Eagles í 1971 og var ein teirra, ið skrivaði stórhittið og klassikaran "Hotel California".

Frey sang fyrsturødd á fleiri kendum sangum hjá Eagles, til dømis á "Take it Easy", "Tequila Sunrise" og "Heartache Tonight".

 

Glenn Frey kemur í røðina av kendum tónleikastjørnum, sum í hesum døgum leggja árarnar inn, seinasti innan Frey var David Bowie.