Felagsliðið í Suðuroy, TB/FCS/Royn, spældi heima í Trongisvági í dag 2-2-javnleik ímóti NSÍ. NSÍ var á odda 1-0, men heimaliðið svaraði væl aftur og kom á odda 2-1 áðrenn NSÍ javnaði til endaliga úrslitið, 2-2.
Venjarin hjá TB/FCS/Royn, Glenn Ståhl, er nøgdur við, at menn hansara spæla upp ímóti einum so góðum liði sum NSÍ, og hann heldur, at javnleikur samanumtikið helst var eitt rættvíst úrslit.
Hoyr samrøðuna við Glenn Ståhl omanfyri.